- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Listafólkini Nadia og Dan Helgi arbeiða bæði við list í tveimum fláum; tey eru við til at skapa karmarnar hjá øðrum listafólkum, og tey hava egnar listaligar praksisir. Tey bæði tosa um munin at arbeiða við egnari list og at fyriskipa. Somuleiðis viðgera tey leiklutin, sum aktivisma hevur í teirra egnu listaligu praksis. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey kunnu skapa teir arbeiðskarmarnar, sum tey sjálvi hava saknað á listasenuni.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











