- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Tónlistamenninir Heðin og Dánjal arbeiða báðir við ymiskum verkætlanum. Millum annað gera teir tónleik til pallverk. Teir tosa um tær ymisku funktiónirnar, sum eru, tá mann ger eina tónlitsaliga útgávu og at gera tónlistaligt verk til ein pall. Eisini viðgera teir báðir ta kensluna, sum nógv listafólk sita eftir við, tá ein listalig verkætlan er av. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hví teir tíma at vera listafólk, tá tað til tíðir kann vera torført.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.