- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Sjónleikararnir Ebba Malena og Hans eru bæði yrkislærd, men úr hvør sínum skúla og landi. Tey tosa um týdningin av at hava eina útbúgving sum sjónleikari og eisini um tað góða samstarvið, sum hevur verið millum yrkis- og áhugaleikararar í Dreymaleikinum, sum Teatur Grugg setti upp í sjónleikarhúsinum í Havn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ebbu Malenu og Hans um, hvat er aktuelt at føra fram á pall.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











