- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Filmslistamenninir Rúni og Sakaris arbeiða báðir innan somu listagrein, men kortini arbeiða teir á hvør sínum øki. Teir tosa um, hvussa filmssenan í Føroyum hevur ment seg tey seinastu árini, og hvussu støðan er í umhvørvinum í dag. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um teir dreymirnar, sum teir báðir hava fyri filmsvinnuna í Føroyum.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











