- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Tónleikararnir og møðgurnar Ása Helena og Gudny arbeiða báðar við tónlist, men tær hava kortini funnið hvørt sítt listaliga úttrykk. Tær tosa um, hvussu nógv tónleikurin hevur fylt heima við hús, og um hvørja ávirkan tað hevur havt á teirra listaligu starvsleið.
Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu tær komu til síni listaligu úttrykk.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











