Samværi

Samværi 066 - Hvussu slær man ígjøgnum í útlondum?
25-03-2025
Beinir Troest og Tamara Mneney hittast í samværa og tosa um, hvussu mann slær ígjøgnum í útlondum

Tónleikararnir Tamara Mneney og Beinir Troest arbeiða bæði sum tónleikarar uttanlands, men eru kortini ikki í sama tónlistaliga umhvørvi. Tey bæði tosa um, hvussu tey plagdu at gera tónleik saman í einum heimastudio í Føroyum, og hvussu tey eru komin har til, at tey nú kunnu arbeiða sum tónleikarar uttanlands. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey arbeiða við tónleikinum í gerandisdegnum.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.

Instagram: @samvaeri

Nadia Barbara Abrahamsen og Dan Helgi í Gong hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann brúka eitt trauma í síni praksis
04-02-2025
Michael Antony Charles Johannesen og Diana Jógvansdóttir Hansen hittast í samværa og tosa um, hvat gongur fyri seg í undirgrundini
28-01-2025
Pauli Reinert Poulsen og Bárður Reinert Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann liva av tónleikinum.
21-01-2025
Bjørg Elttør og Erla Ziskasen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann bróta reglurnar.
14-01-2025
Askur Skaalum Gregersen og Álvur av Kák hittast í samværa og tosa um tað at skriva á føroyskum og at búgva í Danmark
07-01-2025
Markus Hammer og Siri Súsonnudóttir Hansen hittast í samværa og tosa um árið 2024, ið fór.
01-01-2025
Ole Wich og Høgni Mohr hittast í Samværa og tosa um tær avleiðingarnar, sum teir hava merkt sum listafólk.
17-12-2024
Silja Aldudóttir og Mariann Hansen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær finna tíð at arbeiða við list.
10-12-2024
Jon Fosse og Marna Jacobsen hittast í samværa og tosa um samstarvið millum rithøvund og týðara.
03-12-2024
Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak hittast í samværa og tosa um, hvussu jazzurin í Føroyum hevur tað.
26-11-2024
Maibritt Marjunardóttir og Bárður Dal Christiansen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann skiftir leið.
19-11-2024
Jenný Augustudóttir Kragesteen og Elinborg Pálsdóttir hittast í Samværa og tosa um, hví kvinnur í ofta verða samanbornar.
07-11-2024