- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Tónleikararnir Tamara Mneney og Beinir Troest arbeiða bæði sum tónleikarar uttanlands, men eru kortini ikki í sama tónlistaliga umhvørvi. Tey bæði tosa um, hvussu tey plagdu at gera tónleik saman í einum heimastudio í Føroyum, og hvussu tey eru komin har til, at tey nú kunnu arbeiða sum tónleikarar uttanlands. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey arbeiða við tónleikinum í gerandisdegnum.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.