- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Rithøvundarnir Rebekka og Rói arbeiða bæði við ritlist, men síggja tað at skriva sum meira enn tað at geva út. Tey bæði tosa um tann leiklutin, sum tað at skriva hevur í teirra listaligu praksis. Eisini tosa tey um tað at broytast og at hyggja aftur eftir tekstum, sum mann hevur skrivað sum yngri. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey skriva, og um vit kunnu væntað at síggja nakra útgávu frá teimum í framtíðin.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.