- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Rithøvundarnir Vár og Hanus arbeiða bæði við ritlist, men innan hvør sína sjangru. Tey bæði tosa um, hví tey eru drigin at teimum ávísu tekstasløgunum, sum tey fáast við til dagliga: barnabøkur og stuttsøgur. Somuleiðis viðgera tey tann týdningin, sum skrivingin hevur í teirra lívi og spyrja, um mann nakrantíð verður for gamal til at skriva. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu skrivingin hjálpir teimum at skerpa sinnið.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.