Samværi

Samværi 070 - Hvussu skilja vit okkum frá tulkingum?
29-04-2025
Lyon Hansen og Benjamin Rajani hittast í samværa og tosa um, hvussu teir kunnu skilja seg frá tulkingum

Tónleikararnir Lyon og Benjamin arbeiða báðir við tónlist og hava báðir nøkur felags drøg í yrkisleiðini. Teir hava báðir havt eina longri pausu millum tær tvær seinastu heildarútgávurnar. Teir báðir tosa um tónleikapallin, sum hann var, tá teir í fyrstani góvu út, og hvussu pallurin hevur ment seg síðan tá. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu teir kunnu skilja seg frá teimum tulkingunum, sum onnur hava av teirra verkum.

 

Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

 

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.

Instagram: @samvaeri

Vinjar Egilsnes Petersen og Filip Mortensen hittast í samværa og tosa um, tá tónleikur er klárur at vísa øðrum
13-05-2025
Heidi H. Poulsen og Jana H. Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu vit ávirkast av rúmum
06-05-2025
Lyon Hansen og Benjamin Rajani hittast í samværa og tosa um, hvussu teir kunnu skilja seg frá tulkingum
29-04-2025
Vár Berghamar Jacobsen og Hanus Kamban hittast í samværa og tosa um, hví tey skriva
22-04-2025
Arnold Ludvig og Anna Iachino hittast í samværa og tosa um, hvussu tónleikur kann hjálpa teimum at yvirliva
15-04-2025
Rebekka Petersen og Rói Reynagarð Patursson hittast í samværa og tosa um, hví mann skal geva nakað út í bók
07-04-2025
Beinir Troest og Tamara Mneney hittast í samværa og tosa um, hvussu mann slær ígjøgnum í útlondum
25-03-2025
Haukur Ingvarsson og Anna Fohlin Mattsson hittast í samværa og tosa um ávirkanina, sum yrkingar hava á málið.
18-03-2025
Sakaris Stórá og Rúni Friis Kjær hittast í samværa og tosa um, hvussu hvussu tað gongst hjá tí føroyska filminum.
11-03-2025
Ása Helena Brynjarsdóttir og Gudny Rasmussen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær hava funnið sítt listaliga úttrykk.
04-03-2025
Jón Klæmint Hofgaard og Rógvi Per Rasmussen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann er til í nú’inum.
25-02-2025
Ebba Malena Debess Thomsen og Hans Tórgarð hittast í samværa og tosa um, hví tey spæla sjónleik
18-02-2025