- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Rithøvundarnir Arnbjørn og Sámal arbeiða báðir við stuttsøguni sum tekstaslagi, men á hvør sín hátt. Arnbjørn arbeiða nógv við einum persóni, Alberti, sum vendir aftur í fleiri søgum. Sámal skrivar ymsar søgur, sum fevna breitt og ofta hava eitt óvæntað snar í endanum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu teir arbeiða við stuttsøguni fyri at úttrykkja seg.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.