- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Tónleikararnir Jóan Jakku og Sámal spæla við ymsum bólkum, og ofta spæla bara teir báðir saman. Teir báðir tosa um, hvussu tónleikapallurin var í Vágum og í Føroyum annars, tá teir góvu sínar fyrstu plátur út. Somuleiðis tosa teir um, at summi løg hjá teimum hava staðið tíðarinnar roynd og eru enn kend løg millum ung í dag. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hví so man vera, og hvussu teimum dámar tónleikapallin í dag.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.