- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

- Eru ikki týdningarmiklari ting at tosa um enn uppgávubýtið heima? Skulu vit nú eisini at tosa um tað? kundi verið ein meining um dagsins evni, heldur Vígdis Skorheim, parterapeutur, sum er serfrøðingur hesaferð. Jú, har er tað, sum er meira týdningarmikið, men hetta hevur stóran týdning, heldur hon fram.
Um vit seta okkum niður og tosa um uppgávudeilingina heima og um hvussu nøgd vit eru við júst hesa deiling, kunnu vit fáa gerandisdagin at ganga nógv smidligari.
- Hví smyrt tú ongantíð matpakkarnar? kann tykjast sum ein einfaldur spurningur, men tað er ikki altíð so, sigur Vígdis Skorheim.
Eisini verður tosað um skilmarkingina av uppgávum í heiminum, tí hvørjar uppgávur hoyra til her? Hvat við at vera venjari hjá børnunum í ítrótti til dømis?
Hoyrið sendingina her

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.





