- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

Summarið er av, frítíðin er liðug, og fyri flestu okkara er gerandisdagurin byrjaður aftur. Men hvussu komi eg í gongd við at fáa meira rørslu og munagóða venjing inn í gerandisdagin?
Hesa ferð fáa vit góð ráð frá Jákupi Jacobsen, sum er persónligur venjari og hevur útvið 40 ára royndir við venjing og undirvísing í hesum. Jákup eigur og rekur harafturat venjingarmiðstøðina Yndi Fitness.
Sambært honum er pulsurin agerandi fyri, nær ein aktivitetur kann roknast sum ein venjing.
- Skal ein aktivitetur telja sum venjing, er neyðugt at pulsurin fer munandi upp, sigur Jákup Jacobsen, tá ein lurtari spyr, um tað kann teljast sum venjing at mála hús.

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.










