- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

Tá kvinnur fáa ein terminsdato, verður hann settur til at vera 40 vikur upp á dagin, men fægstu kvinnur eiga júst henda dag, sigur Elisabeth Isaksen, ljósmóðir, sum er serfrøðingurin hesaferð.
- Í staðin fyri at siga ein terminsdato, so skulu vit heldur tosa um eitt terminsskeið, sum er ímillum 37 og 42 vikur, tí tað er heilt vanligt, at kvinnan eigur í hesum tíðarskeiði, sigur Elisabeth.
Vit tosa um termin og at hava tol, og so svarar Elisabeth Isaksen eisini spurningum frá lurtarum

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.










