Serfrøðingurin

Millummálin fyllir ov nógv
12-11-2025
Smáu máltíðirnar fylla meira enn høvuðsmáltíðirnar, og tað kann vera ein trupulleiki hjá summum, heldur kostfrøðingur

Vit kenna tað øll. Klokkan er farin av tvey seinnapart, vit ótu eina máltíð fyri tveimum tímum síðani, men allíkavæl byrjar búkurin at larma. So vit eta eina keks, ein bolla ella ein køkubita og kenna okkum alt fyri eitt betur fyri.
Men eru hesar smámáltíðirnar millum høvuðsmáltíðirnar yvirhøvur góðar og neyðugar fyri okkum?
Hetta er evnið í sendingini "Serfrøðingurin", og hesa ferð er Snorri Patursson, kostfrøðingur og fólkaheilsusamskipari í Heilsustýrinum, við í sendingini.
Sambært Snorra Patursson er ymiskt, hvat okkum tøvar, og tí er torført at tosa um millummálar og siga, at ein regla er galdandi fyri øll.
- Tað týdningarmikla er, at vit eta okkum mett til tær tríggjar høvuðsmáltíðirnar. So ber til at fáa sær til dømis eina frukt ella eitt breyðstykki, um mann veruliga merkir svongd, áðrenn næstu høvuðsmáltíð, sigur Snorri Patursson, sum heldur, at vit í alsamt størri mun eru farin av smáeta ov nógv og ov ofta:
- Tað er ein "snack"-mentan, sum otar seg inn í okkara gerandisdag. Tað verður etið gjøgnum allan dagin, meðan vit eitt nú eru til gongu, sita við telefonini ella hyggja í sjónvarp. Og harafturat hava fólk lyndi til at eta ymiskt, sum hevur ov nógva orku í og inniheldur til dømis ov fáar trevjur, sigur Snorri Patursson og vísir á dømi sum gifflar, proteinbarrir og ymiskar drykkir.
 

Serfrøðingurin

Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.

Tað mesta er liðugt at blóma og veðrið fer illa við tí, sum er eftir í urtagarðinum, so tíðin er komin til at gera vetrarklárt
08-10-2025
Við ávísum aktivitetum gjøgnum dagin ber til at minka um motoriskt órógv, sum nógv børn hava
01-10-2025
- Ert tú 40 og eldri, eigur tú at kenna títt blóðtrýst, sigur hjartalæknin, Jan Rasmussen
24-09-2025
Gongur ein kvinna við barni undir belti í meira enn 40 vikur, siga vit, at hon gongur yvir, men soleiðis er ikki heilt.
17-09-2025
- Skal ein aktivitetur telja sum venjing, er neyðugt at pulsurin fer munandi upp, sigur Jákup Jacobsen, persónligur venjari
10-09-2025
Um báðir partar í parlagnum skulu vera nøgdir við uppgávubýtið, er neyðugt at tosa um tað, sum liggur fyri framman, sigur serfrøðingurin.
03-09-2025
  •