- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiftið

Eri eg blivin ør?
16-09-2025
2. partur
Í skiftinum hesa ferð fara vit at hoyra Svannu Jákupsdóttir, sálarfrøðing, tosa um teir ampar, ið kunnu standast sálarliga av skiftisárum. Vit hoyra eisini frá væluppløgdum kvinnupaneli við Eir í Ólavstovu, Barbaru Holm og Bjørt Samuelsen, sum m.a. svara brøvum frá lurtarum.

Skiftið
Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.
Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.
Lagt til rættis: Elin Michelsen











