Skiftið

Vælkomin heim
16-09-2025
3. partur

At har eisini liggur eitt frælsi í at fara í skiftisár, fer sendingin at snúgva seg um hesa ferð. Marianna Vang Simonsen tosar um at koma heim, sjálvt um tú kemur til eitt nýtt land, um kensluna av at ynskja broytingar og finna tað, tú brennur fyri. Og eisini hesa ferð er eitt vælupplagt panel til reiðar við sínari hugsan.

Í panelinum eru Urd Johannesen, Jana Mortensen og Kristina Gry Berg.

Skiftið

Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.

Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.

Lagt til rættis: Elin Michelsen

1. partur
16-09-2025
2. partur
16-09-2025
3. partur
16-09-2025
4. partur
16-09-2025
5. partur
16-09-2025
6. partur
16-09-2025
7. partur
16-09-2025
8. partur
16-09-2025
9. partur
16-09-2025