- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiftið

Hvat sker við samlívinum, tá ið kvinnur koma í skiftisár? Er tað nakað, tú tosar við makan um, og kann sex og samlív lagast til nýggju støðuna? Tað spyrja vit Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, í hesum parti av Skifti.
Panelið situr sum altíð til reiðar at lofta teimum frágreiðingum og ráðum, sum Katrin kemur við, og í panelinum hesa ferð eru Jana Mortensen, Urd Joannesen og Kristina Gry Berg.

Skiftið
Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.
Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.
Lagt til rættis: Elin Michelsen











