- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiftið

Eftir eitt vaksið lív við nógvum krøvum til kvinnu, konu og mammu, geva skiftisárini kvinnum møguleikan at finna aftur til sín sjálvs. Tá ber til at finna útav, hvør man er, og hvørjum man brennir fyri.
Eisini eru nógvar, ið siga frá, og vilja hava broytingar í gerandisdegnum og umhvørvinum, sum hevur kravt ymiskt av teimum, sum tær ikki tíma longur.
Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari, hugleiðir her um tað, sum sker við kvinnum í skiftisárum.
Hetta er ein longri útgáva av samrøðu í ‘Vælkomin heim’, ein partur av útarpsrøðini Skiftið.

Skiftið
Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.
Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.
Lagt til rættis: Elin Michelsen











