Skiftið

Sex og samlív – longri samrøða
16-09-2025

Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, greiðir okkum frá tí, sum kan henda við samlívinum og parlagnum, tá kvinnur fara í skiftisár. 

Ólag í hormonum kann geva pínu í undirlívið undir samlegu og andstygd fyri makanum, og fleiri kvinnur vita ikki, hvat tað er, sum hendir við sær í støðuni.

Nógvar av avbjóðingunum kunnu loysast ella enntá fyribyrgjast, sigur Katrin Kallsberg.

Hetta er ein longri útgáva av samrøðu í ‘Sex og samlív’, ein partur av útarpsrøðini Skiftið.
 

Skiftið

Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.

Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.

Lagt til rættis: Elin Michelsen

1. partur
16-09-2025
2. partur
16-09-2025
3. partur
16-09-2025
4. partur
16-09-2025
5. partur
16-09-2025
6. partur
16-09-2025
7. partur
16-09-2025
8. partur
16-09-2025
9. partur
16-09-2025