Skiftið

Eri eg blivin ør? – longri samrøða
16-09-2025

Svøvnloysi, tankameldur, heilatoka og humørsvingningar eru við til at gera lívið trupult hjá kvinnum í skiftisárum.

Hjá summum kann tað gerast so trupult, at tær halda seg hava mist bæði vit og skil, og tær kenna ikki seg sjálva aftur í mátanum, tær reagera ella yvirreagera.

Summar siga seg missa eginleikan at merkja nakað yvirhøvur.

Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, greiðir her frá nøkrum av teimum sálarligu avleiðingunum, sum skiftisárini hava fyri kvinnur.

Hetta er ein longri útgáva av samrøðu í ‘Eri eg blivin ør?’, ein partur av útarpsrøðini Skiftið.
 

Skiftið

Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum.

Hvør partur hevur serfrøðingatátt, kvinnupanel við hugsanum og royndum, og innímillum fakta/tøl, sum verða kryddað eitt sindur.

Lagt til rættis: Elin Michelsen

1. partur
16-09-2025
2. partur
16-09-2025
3. partur
16-09-2025
4. partur
16-09-2025
5. partur
16-09-2025
6. partur
16-09-2025
7. partur
16-09-2025
8. partur
16-09-2025
9. partur
16-09-2025