- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Hank Williams

Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank. Hank ferð til KWKH radiostøðina í Shreveport í Louisiana at framføra. Til Hank í decembur mánað 1948 verður biðin um at koma til nýggjar plátuupptøkur, tí nú var verkfallið millum felag fyri plátuframleiðarar og felag fyri tónleikarar endað. Vit hoyra eisini um, tá íð Hank Williams verður pápi fyri fystu ferð í 1949.

Søgan um Hank Williams
Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø