- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Hank Williams

Í fimta parti av hesari minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950. Vit hoyra um, at sangurin “Lovesic Blues” gav Fred Rose og MGM platufelagnum trupulleikar, hóast sangurin gav Hank Williams atgongd til “Grand Ole Opry”. Hank og Audrey keypa sær hús í Nashville. Og Hank byrjar eisini at framføra undir dulnevni “Luke the Drifter”, har hann er meira revsandi ella fordømandi. Tá ið árið 1949 endar, situr Hank Williams á toppinum av countrytónleikinum.

Søgan um Hank Williams
Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø