- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Hank Williams

Í sætta parti av minnissendingum um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk frá byrjan av 1950 til mai mánað 1951. Vit hoyra um undir hvørjum umstøðun Hank Williams ger ein av sínum kendastu sangum “Cold, Cold Heart”.
Hank fær til uppgávu at gera 72 reklamusendingar á 15 minuttir fyri felag, sum framleiddi “Mother´s Best” hveitimjøl. Vit hoyra um, at Hank dettur av einum palli undir einari konsert í Ontario í Canada, har hann fær ein skaða í ryggin. Hetta fær fylgjur fyri Hank, sum má ganga við einum jarnkorsetti fest við leðurreimum um kroppin.

Søgan um Hank Williams
Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø