- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Hank Williams

Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952. Seinna helvt av 1951 byrjar gott. Í juni mánað lata Hank og Audrey upp ein nýggjan klædnahandil í Nashville. Í juli mánað er Hank aftur í Montgomery, har býurin heldur veitslu fyri honum. Teir nevna veitsluna “The Hank Williams Homecoming”. Hank fer í august mánað í 1951 á rundferð við “Hadacol”-showi. Audrey er ikki boðin við, og hetta fær fylgjur fyri Hank. Hank er aftur áhaldsin, dettur og brakar sær aftur ryggin, hesa ferð so álvarsliga at hann má leggjast undir stóran ryggskurð um jólini í 1951.

Søgan um Hank Williams
Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø