- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Merle Haggard

Hesa ferð verður farið út um bøgarðarnar í Nashville, og leitað verður heilt til vestursíðuna á USA til lítlu bygdina Oildale, sum í dag er samanvaksin við stórbýin Bakerfield í California.
Har er Merle Ronald Haggard føddur og uppvaksin, til hann í 1978 flytur til Lake Shasta og seinni til Palo Cedero í Norðurkalifornia.
Í countryhøpi er Merle Haggard ein av teimum heilt stóru, bæði sum sangari og yrkjari, og hann ger nógvar yrkingar út frá egnum upplivingum í lívinum.
Hóast lítla skúlagongd og onga útbúgving, so endar hann á toppinum innan tað, sum vit nevna countrysjangruna. Við sínum óvanligu gávum at gera sangir burtur úr einum orði ella setningi, sum hann hoyrir.
Í hesum fysta parti av minnissending um Merle Haggard hoyra vit um, tá ið foreldrini flyta úr Oklahoma til California, um at Merle missir pápan sum 9 ára gamal, tá hann doyr av heilabløðing, og til Merle er 14 ára gamal í 1951 og fer úr barnaskúlanum.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø

Søgan um Merle Haggard
Senior country-toymið er aftur við eini minnissendirøð, hesa ferð um Merle Haggard, sum gjørdist eitt risanavn innan fyri country. Hann fekk íblástur úr egnum lívi og endaði á toppinum.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø








