- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Merle Haggard

Vit fara í triðja parti at greiða frá lívinum hjá Merle frá 1953 til 1963.
Hann verður giftur sum 19 ára gamal við Leonu Hubbs, og mamman veit av ongum.
Hann byrjar nú upp á sína skeivu gongd í lívinum og fer inn í kriminalitet, sum førir til, at hann situr í fongsli, tá íð konan føðir tað fysta barnið í apríl mánaði 1957.
Á jólum sama árið 1957, verður Merle tikin fyri innbrot. Hann verður nú mentalkannaður og endar í San Quentin fongslinum, har hann situr í 2 ár og 9 mánaðir, til hann verður leyslatin aftur á heysti 1960.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø

Søgan um Merle Haggard
Senior country-toymið er aftur við eini minnissendirøð, hesa ferð um Merle Haggard, sum gjørdist eitt risanavn innan fyri country. Hann fekk íblástur úr egnum lívi og endaði á toppinum.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø








