- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Tey trý, Bárður, David og Rannvør, sita í, sum tey nevna tað, loysingarstaðnum í Danmark, sum er Drivhuset, ið liggur í Oyrasundsskúlaheiminum.
Prátið fevnir víða, tí tey práta um fordómar, sum tey og aðrir føroyingar hava upplivað í Danmark, tey víðka um føroyska málið, har trý nýggj orð verða uppfunnin, sum tildømis "morgunralskar". Síðani avdúka tey, hvør av teimum tapti avbjóðingina og tískil hevur brúkt pengar í hópatalið.
Sendingina gera Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis