- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Á Tik Tok kjakast fólk í løtuni um, hvør er reyvarholið í ymiskum støðum. Tráðurin eitur "Am I The Asshole", og hetta hava tey trý tikið til sín. Tey gera eina roynd við at finna reyvarhol í hesum partinum.
Bárður, David og Rannvør tosa eisini um ein blóðtøpp, sum møguliga er komin av P-pillum. Nakað sum er serstakt við hesum er, at hesin blóðtøppurin hevur eitt ævintýrakent navn.
Fyri at vera eitt sindur seriøs, so meta tey eisini um, um vit eru blivin býttari í Føroyum, tí PISA kanningin vísur nemliga, at tað eru vit, men hvat siga tey trý?

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis