- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

25. mars fingu vit tey sorgarboð, at tað heitasta, besta og kærasta staðið í Danmark letur aftur. Hetta er sera syrgiligt, og setur okkum lesandi í eina samleikakreppu. Tí hvar skulu vit nú fara, tá ið Skarv fer í søguna?
Ein annar, sum kanska fer í somu kreppu, er Eyðun Nolsøe. Hann hevur slitið sínar dansiskógvar, upplivað hjartasorg og sungið "til den lyse morgen" har. Vit práta við hann um hetta í sendingini.
Hóast vit skipa fyri jarðarferð og eru syrgin, so hava vit eina loysn upp á hetta.
Vit práta eisini um, at festivalar duga væl at endurnýta í sendingini.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis