Súrligar nætur

Súrligar nætur: Húkurin er okkara Notre Dame
30-04-2024
Børsen brennur, Notre Dame í Føroyum, Scientology, Sement og ítriv

Herfyri gjørdi Rannvør eina samrøðu við Scientology, sum mundi enda galið. Hon greiðir í dagsins sending frá, hví hon var har, og hvat hendi.

Í sendingini verður eisini kjakast um, hvør ger hvat í sendingini, tí har er onkur, sum hevur færri hattar.

Og býr mann í Keypmannahavn, so hevur mann møguliga lagt merki til, at tað hevur luktað eitt sindur brent. Hetta kemur av, at eldur var í Børsen, sum hevur fingið nógv at hugsa um, hvønn týdning hesin bygningurin hevur havt fyri Danmark og danir. Summi siga, at hetta er teirra Notre Dame. Tískil royna tey trý at finna okkara Notre Dame í Føroyum.

 

Súrligar nætur

Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. 

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis

Øl, bryggjarí, taxa og nørdasligt ølprát
11-07-2024
Sitrón í hárið, klædna- og hárráð, nei til sokkar ið koma til øklarnar og "for lidt og for meget"
10-07-2024
"Steroidir", venjing, Silvurdrongurin dyppar og summarstemmningur
09-07-2024
Festibóndi, pannukøkur, summarhitt og rocktail, so verður tað ikki betri
04-07-2024
Vit eru kreativ; skriva ein sang og yrkingar, finna eitt nýtt summarhitt og lurta eftir góðum tónum
03-07-2024
Ársins summarhitt, ferðafólk rógva, Svend dámar einki at dyppa, men er tvungin at dyppa og ferðavinnan heima í Føroyum
02-07-2024
Nicki Minaj dugir ikki klokkuna, á Facebook eru óteljandi nógvir bólkar, at detta av súkkluni, røringsangist og kroppar
18-06-2024
Vit hava sagt bei við Skarv, verið í Scientology, sæð drama á netinum, lurta eftir Amatøroyum og fingið ein gest
11-06-2024
"Braceface", nýtt norskt hit, Justin Bieber hevur kanska verið í Føroyum, eitt gamalt spæl, og kann mann alt tá ið mann er stakur?
14-05-2024
Børsen brennur, Notre Dame í Føroyum, Scientology, Sement og ítriv
30-04-2024
Jarðarferð, sorgardagur, Eyðun Nolsøe, festivalar duga at endurnýta og minningarorð
12-04-2024
Rúsdrekkakanning, virði hjá gentum og kend fólk sum gera býttar gerðir
25-03-2024