- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Trúgv tí ella ei, men Nicki Minaj hevur fornermað tann eina vertin. Hon dugir at "twerka", dugir at syngja skjótt, men hon dugir ikki klokkuna. Í sendingini verður greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hon spældi í Royal Arenu herfyri, sum hevur skapt nógva umtalu niðri, tá ið hon m.a. kom tríggjar tímar ov seint á pallin.
Á Facebook eru fleiri bólkar, sum mann ikki hevði væntað vóru til. Tískil hevur David gjørt eitt spæl, har Bárður og Rannvør skulu gita, um ein bólkur er ein Facebookbólkur ella ikki.
Vit práta eisini um eitt evni ið skapar røringsangist, tá ið tosað verður um tað.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis