- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Vit eru komin heim at gera oyraguff og rokast í útvarpinum, tí í summar verður poddvarpið ein summarsending í útvarpinum.
Í dagsins sending práta vit um ferðavinnuna í Føroyum, ið mong finnast at, tí ferðafólkini fylla nógv. Randi Meitil, ið er ferðaleiðari, sær øðrvísi upp á støðuna enn flest onnur, tí hon heldur, at ferðafólkini styrkja um móðurlandskærleikan.
Svend Danielsen verður okkara reportari, og var á Glyvrum har hann dyppaði við Meinhardi Olsen, sum saman við tveimum vinmonnum hevur gjørt Saunadypp,
Í summar fara vit at finna ársins útvarpshitt, og hetta seta vit hol á í sendingini í dag.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis