- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Vit eru sloppin til Ljósá at vitja 24 ára gamla festibóndan Flóvin Kruse í Kollsbyrgi, og senda frá fjósinum hjá honum í Gimbrinum.
Vit práta við Flóvin, um hvussu tað ber til at hann hevur valt bóndalívið og fáa innlit í hansara gerandisdag. Tað sæst, at David og Rannvør eru á útivølli.
Okkara reportari Svend Danielsen er eisini farin at vitja Lív Brúsá frá Liv Lívið í teirra rúsfríðu barr - HollyWood. Lív blandar Svend ein "mocktail" og greiður honum frá um felagskapin.
Eisini tosa vit um føroysk nøvn, og finna enn eitt uppskot til ársins summarhitt.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis