- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Í dagsins sending hoyra vit Pætur Weihe Simonsen, ið er persónligur venjari, greiða frá vakurleika- og kropsidealum hjá monnum. Tað verður millum annað prátað um "steroidir", hár "transplantsión" og um har er ein ideelur maður?
Svend hevur verið og dyppað við Silvurdrongi, ið greiðir frá, um lív sítt og sína list.
Vit finna eisini aftur eitt boð uppá ársins summarhitt.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis