- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Í dag royna vit at blíva eitt sindur lekkrari, tískil er Rannvør farin til frisør meðan David og Bárður fáa klædnaráð.
Rannvør situr í stólinum í næstan seks tímar, sum summi fólk halda vera rættuliga leingi, men hví tað tekur so langa tíð, greiðir Hanna Stenberg á Brúgv frá, sum starvast sum hárfríðkari í Hárbúðini. Í sendingini gevur hon hárráð og metir um hárrákini á netinum.
Høgni Heri Mohr, ið starvast í Bob & Marilyn's suitcase og er klædnaástøðingur, vitjar Studio 4, har hann m.a. vegleiðir, hvussu Bárður og David skulu lata seg í.
Eitt boð upp á ársins summarhitt verður eisini funnið.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis