- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Tað er hósdagur, tískil eru vit farin ein biltur, men hesa ferð er hann ikki so langur. Vit eru farin í OY at tosa við bryggjaran Alessandro Ersettigh, ið er bryggjari har. Hann veit sera nógv um øl, sum eisini hoyrist aftur, tá ið vit skulu smakka tríggjar øðrvísi øl, har ein m.a. er svørt.
Okkara Svend er farin biltur við Hera Jacobsen, har prátið verður eitt sindur øðrvísi enn tað, vit eru von við at hoyra.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis