- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Okkara "check-listi" er klárur, tískil eru vit klár at fara á festival. Saman við tykkum hava vit funnið útav, hvat er umráðandi at hava við, og á listanum stendur m.a. oyraproppar, hondspritt og fyribyrging.
Hví tað er umráðandi at hava fyribyrging við og brúka tað, fer Bjørt Lind, ið umboðar felagsskapin Kyn, at práta um. Hon greiðir frá hvørjar kynsjúkur eru í umferð í Føroyum, og hví ein skal ansa eftir sær.
Nakað annað, sum stendur á "check-listanum" hjá fleiri er rúsdrekka. Pál Weihe, lækni, greiðir frá, hvussu rúsdrekka ávirkar okkum.
Eisini finna vit eitt nýtt boð upp á ársins summarhitt.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis