- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Vit eru komin aftur til Havnar, men vit eru ikki á toppinum. Summi siga, at mann við aldrinum verður verri fyri, tá ið mann hevur verið á festival, og vit mugu staðfesta, at tað uppliva vit.
Prátið fevnir um G!, har eitt hjartasuff frá okkum kemur. Vit halda ikki, at føroyingar duga nóg væl at lurta eftir tónleiki.
Eitt sum hoyrir til tónleik er at dansa. Í Norðurlandahúsinum verður eitt listarligt tiltak, sum DansiEksperimentið skipar fyri. Andrea Joensen vitjar okkum og prátar um tiltakið.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis