- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Vit eru farin at vitja Bøndur í fiskahúsinum í Kaldbak.
Vit fáa borðreitt við góðum mati frá nærumhvørvinum og práta við Hans Petur Bærentsen Nolsøe, ið er ein av fyriskiparunum í Bøndur.
Hans Petur greiðir frá um hvussu fyritøkan var stovna og hvat teir bjóða tá gestir koma á vitjan.
Prátað verður eisini við Morten Friis, sum er dani, um hvussu hann upplivir Føroyar og okkum føroyingar.
Morten hugleiður um hvat honum dámar best í Føroyum, og um munirnar millum danir og føroyingar.
Vit hoyra eisini frá okkara góða reportara Svend Danielsen sum prátar við nøkur av teimum sum rokast við at fyrireika Tórsfest.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
