- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Tykkara vertir eru moyr í dag aftaná at hava hátíðarhildið ólavsøkuna.
Bárður, David og Rannvør taka saman um ólavsøkuna og práta millum annað um føroysk klæðir og midnáttarsangin. David er dómari, tá ið Rannvør og Bárður kappast í einum DJ battle, har tey skulu finna boð upp á tey bestu løgini til tríggjar støður, sum David hevur funnið upp á.
Eitt nýtt boð upp á ársins summarhitt verður sjálvandi eisini funnið.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
