- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Enduliga kom dagurin, sum vit hava bíðað eftir og droymt um í fimm vikur. Í dag finna vit ársins summarhitt! Vinnarin vinnur nakað heilt serligt, sum fleiri heilt sikkurt høvdu viljað vunnið.
Men áðrenn ársins summarhitt verður avdúkað, kemur ein nýggjur bólkur á gátt, ið hevur havt ferð á. Bólkurin eitur 21knm og syngja m.a. B.Í.L og Effo date. Jens Eli Olafson, Hans Oluf Johannesen og Petur Fjallsbak práta um bólkin í dag.
So setið tykkum til rættis, tí í dag er fartur á!
Svend Danielsen tekur yvir hjá David meðan hann slikkar sól.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
