- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Kennist tú við at droyma um nakað sera óveruligt ella óhugnaligt? Og kennist tú við at droyma um nakað ávíst, sum á ein løgnan hátt hevur samband við tín gerandisdag? Vit hava prøvað tað, og í dag práta vit við Miu H. Smith, ið hevur poddvarprøðina Dreymasavnið. Í røðini prátar hon við gestir um teirra dreymar, har tey royna at tulka teir saman. Mia hjálpir okkum við at finna høvd og hala í dag.
Og so er okkara dyppari, Svend, farin at dyppa.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
