- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Dagsins sending snýr seg um heilsugóðar vanar, heilsurák og PCOS:
Vit práta við Magna Mohr, ið hevur PhD í venjingar fysiologi, um hvat er satt og hvat ikki er, tá ið tað kemur til heilsuvanar og heilsurák. Eisni spyrja vit hann, um hvat eitt heilsugott lív inniber.
Rosa Egholm, ið rekur instagramvangan Real_Raw_Rosa kemur í studio at práta við okkum um PCOS (Polycystic Ovary Syndrome). Rosa greiðir frá, um hvat diagnosan inniber og hvussu kropslig venjing kann tillagast í mun til PCOS og syklus.
Umframt hesu bæði prátini verður tikið saman um okkara avbjóðing frá síðstu viku við at ganga 10.000 fet um dagin, og vit fáa nýggju avbjóðingina at minka um okkara skerm tíð.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.