Súrligt summar

Súrligt summar: Kom! Tosa!
26-07-2025
P8
Bárður hevur misskilt dagsins dresscode, Rúni Djurhuus er pressaður, summarhitt frá Ronju, og kjak um tónleik

Rannvør og David eru møtt upp í øðrvísi klæðum til dagsins sending, og bárður hevur ikki ordiliga fingið við hvat gongur fyri seg. 

Okkara rapportari, Hendrik, tekur Rúna Djurhuus við at dyppa. Rúni er serstakliga pressaður av kuldanum og tað hoyrist. 

Bjørt Lind, Knút Háberg Eysturstein og Bárður Petersen kjakast um tónleika festivalar og konsert dagar. Kjakast verður millum annað um, um vit liva í einum donskum veruleika, um endamálið tá booka verður til tónleika tiltøk og um festivalar eiga at læra okkum nakað tá tað kemur til tónleikin. 

At enda hoyra vit eisini boði hjá Ronju Rasmussen (Ronja) uppá ársins summarhitt. 

Súrligt summar

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.

Vit taka saman um tey fýra summarhittini, sum vit hava fingið, og Hendrik ger sum hann plagar í kuldanum
15-08-2025
Føroyskar listakvinnur og ein ikki so listakønur maður
13-08-2025
Vit eru á summarfestivalinum har vit millum annað práta við tónleikarar, vitja tjaldingarøki og royna ymiskan festival mat
12-08-2025
Vit gera útvarp frá Summarfestivalin, har vit práta við Son of Fortune, Hendrik dyppar við Daniu O. Tausen, og vit kanna hvat hendur í Silvalandi
12-08-2025
Vit práta um pengar, íløgur, at spara, og blíva klókari tá vit hoyra frá íløguleiðaranum í einum banka og Ceciliu, ið rekur instagramvangan Fíggjarligt Frælsi
12-08-2025
Vit eru farin til Eldrasambýlið oman Hoydalar at práta við búðfólk og starvsfólk á sambýlinum
06-08-2025
Dagsins sending snýr seg um føroysku filmsvinnuna og vit gera tí samrøður við Tóru Isholm, Sakaris Stórá og Mariu Winther Olsen
05-08-2025
Vit práta við Eilen Anthoniussen um at lesa, Hendrik dyppar við Beinir og 21KNM geva okkum teirra boð uppá eitt summarhitt
31-07-2025
Vit eru farin ein túr til Sandsvatn at fiska síl
31-07-2025
Bárður hevur misskilt dagsins dresscode, Rúni Djurhuus er pressaður, summarhitt frá Ronju, og kjak um tónleik
26-07-2025
Tjørnuvík, kaffihús og ein samkomuleiðari
23-07-2025
Eitt heilsugott lív, heilsurák og PCOS
22-07-2025