Súrligt summar

Súrligt summar: Bárður skal finna knappa telefonina fram
31-07-2025
P10
Vit práta við Eilen Anthoniussen um at lesa, Hendrik dyppar við Beinir og 21KNM geva okkum teirra boð uppá eitt summarhitt

Í dagsins sending práta vit um at lesa. Vit práta við Eilen Anthoniussen sum rekur Instagram vangan Sofía og mamma lesa, og er samskipari fyri Føroyar Lesa. 

Tikið verður eisini saman um okkara avbjóðing við at minka um okkara skermtíð og vit fáa eina nýggja avbjóðing.

Hendrik hevur eisini verið og dyppa saman við Beinir, og 21KNM geva okkum teirra boð uppá eitt summarhitt. 
 

Súrligt summar

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.

Eitt ópraktiskt pisshús til kvinnur og tónleikur
19-07-2025
Beer Pong, yvirkroppar, Tunghoyrt og GØ
18-07-2025
Vit eru í Syðrugøtu og gera G! Festival útvarp
17-07-2025
Sólin skýnur, jakkin liggur eftir í bilinum og ein heitur koppur av kaffi er á borðinum frá einum oyndfirðingi
16-07-2025
Dating útfrá ymiskum aldursbólkum, dating appir og 10.000 fótafet
15-07-2025
  •