Súrligt summar

Súrligt summar: Ársins tjald
12-08-2025
P14
Vit eru á summarfestivalinum har vit millum annað práta við tónleikarar, vitja tjaldingarøki og royna ymiskan festival mat

Vit hava sett okkum í Varpið í klaksvík at gera útvarp frá summarfestivalinum. 

Í sendingini práta við Lenu Anderssen, Steintór Rasmussen og Kalas sum øll skulu framføra á summarfestivalinum í ár. 

Vit hoyra eisini frá tour manager hjá DJ Ötzi, Erik Biskopstø sum er fyriskipari á festivalinum og frá gestum á tjaldingarøkinum. 

Umframt alt hetta royna vit ymiskan festival mat og samanbera hann, lurta eftir nógvum tónleiki og práta um festivalin. 

Súrligt summar

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.

Eitt ópraktiskt pisshús til kvinnur og tónleikur
19-07-2025
Beer Pong, yvirkroppar, Tunghoyrt og GØ
18-07-2025
Vit eru í Syðrugøtu og gera G! Festival útvarp
17-07-2025
Sólin skýnur, jakkin liggur eftir í bilinum og ein heitur koppur av kaffi er á borðinum frá einum oyndfirðingi
16-07-2025
Dating útfrá ymiskum aldursbólkum, dating appir og 10.000 fótafet
15-07-2025
  •