Súrligt summar

Súrligt summar: Føroysk list og listafólk
13-08-2025
P15
Føroyskar listakvinnur og ein ikki so listakønur maður

Vit hava sett okkum á Listasavnið at práta um list. Vit eru kanska ikki so listakøn, tískil hava vit fingið góða hjálp frá Birgir Ferjá Heldarskarð, sum møguliga veit okkurt, sum vit ikki gera. 

Eisini práta vit við Tórunn Johnsdóttir Kruse, sum rekur Instagramvangan TKruse_art, har hon deilir sína abstraktu list av m.a. djórum, menniskjum og bygdum.

Í útvarpsstovuni, sum í dag er Listasavnið, vitja tvær listakvinnur okkum. Tær eita Julia Carlsson og Marianna Højsted Horsdal, sum báðar vóru við í ársins ólavsøkuframsýning. Tær báðar greiða m.a. frá, hvaðani íblásturin kemur frá og hví tær gera list. Eins sum Tórunn deila tær listina hjá sær á Instagram. Instagramvangin hjá Juliu eitur Leikmansskurður, og Instagramvangin hjá Marionnu eitur Listaligt.

 

Súrligt summar

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.

Eitt ópraktiskt pisshús til kvinnur og tónleikur
19-07-2025
Beer Pong, yvirkroppar, Tunghoyrt og GØ
18-07-2025
Vit eru í Syðrugøtu og gera G! Festival útvarp
17-07-2025
Sólin skýnur, jakkin liggur eftir í bilinum og ein heitur koppur av kaffi er á borðinum frá einum oyndfirðingi
16-07-2025
Dating útfrá ymiskum aldursbólkum, dating appir og 10.000 fótafet
15-07-2025
  •