Svik á netinum

Svik á netinum
02-09-2025
Fyrsti partur snýr seg um íløgusvik

Fleiri og fleiri føroyingar hava upplivað okkurt slag av svik á netinum. Tað kann vera eini sms-boð frá Postnord um, at nú er tín pakki á veg. Tað kann vera ein teldupostur frá Netflix, sum sigur, at nú skal visakortið dagførast. Tað eru eisini føroyingar, ið uppliva at verða uppringdir, har persónurin hinumegin vil tosa við teg um ein fantastiskan møguleika at tjena nógvan pening. Tað nýggjasta eru nakrir svikarar, sum geva seg út fyri at eita Føroya Banki Invest. Hesar lýsingarnar, sum lata upp fyri einum íløgumøguleika, eru m.a. á sosialum miðlum. Tú skalt svara nøkrum fáum spurningum og skráseta títt navn, teldupost og telefonnummar. Løtu seinni verður tú uppringdur av einum persóni frá Cap Invest. Teir siga, at teir hava gjørt samstarv – eitt átak – saman við Føroya Banka, sum snýr seg um íløgur. Teir duga væl at tosa, byggja álit upp og svara øllum tínum spurningum. Tó alt við tí endamáli at seta pengar í teirra íløgupall – ella við øðrum orðum – at snýta teg.

Ein, sum hevur upplivað hetta slagið av íløgusviki, er Jónas. Hann hevði í eina tíð umhugsað at gjørt íløgur, tá ið hann kom fram á eina grein um ein persón, sum hevði tjent eitt eyka oyra upp á at gera íløgur. Greinin vísti til ein íløgupall, og hann skrásetti seg. Dagin eftir varð hann ringdur upp av einum, sum segði seg vera meklari frá hesi fyritøkuni. Hann var bæði blíður og týður at tosa við og spurdi Jónas, hvørjar hansara royndir vóru, og hvørji mál hann hevði í sambandi við íløgur. Jónas gjørdist meira og meira sannførdur um at royna eydnuna, og hann byrjaði við einari lítlari upphædd. Tá ið hann sá, at pengarnir vuksu, og at hann eisini kundi taka pengar út aftur, var hann sannførdur um, at hetta kundi ikki vera snýt. Men tað var tað. Útspekulerað og nakað, sum svikarar geva sær góða tíð til at byggja upp.

Bankarnir kenna alt ov væl til trupulleikan. Fleiri ferðir um vikuna seta kundar seg í samband við bankan, tí nú eru teir vorðnir snýttir. Ber til at fáa pengarnar aftur? Tað veldst um, sigur Bogi Reinert Lydersen, leiðari í kundatænastuni hjá Betri Banka. Hevur tú t.d. av egnum eintingum flutt pening til eina falska fyritøku, so er helst lítil hjálp at heinta. Men er tað soleiðis, at tú hevur gjørt eitt keyp við tínum korti á einari falskari heimasíðu – heimasíðan verður knappliga burtur, ella tú fært ikki vøruna – so kann tað vera, at tú fært pengarnar aftur. Bankan kannar málini í hvørjum einstøkum føri. Bogi hevur eisini fleiri góð ráð til kundarnar, tá ið tað snýr seg um at ferðast á netinum.

 

Svik á netinum

Svik á netinum er sending í tveimum pørtum um íløgusvik og kærleikssvik. Vit hoyra bæði søgur frá fólki, sum eru vorðin snýtt, og frá bankafólki og Talgildu Føroyum, sum geva góð ráð um trygd á netinum. 

Jákup Dahl leggur til rættis.

Annar partur snýr seg um kærleikssvik
10-09-2025
Fyrsti partur snýr seg um íløgusvik
02-09-2025